Tað er greitt, eftir at floksleiðararnir hava verið hjá forsetanum í Íslandi, sum hevur givið forkvinnuni hjá Javnaðarflokkinum Samfylkingini, Kristruni Frostadóttur, mandat at skipa stjórn, eftir at flokkurin vann valið og gjørdist størsti flokkur á íslenska tjóðartingsvalinum leygardagin.
Tað skrivar íslendska krinvarpið RUV.
Á valinum fekk Samfylkingin 20,8 prosent av atkvøðunum og megnaði sostatt at tryggja sær 15 av teimum 63 sessum í Altinginum.
Tey eru sostatt størsti flokkur í Íslendska tinginum.
Kristrún Frostadóttir sigur, at hon týsdagin fer at hava samráðingar við forfólkini í Flokki Fólksins og Viðreisn um møguligt stjórnarsamstarv.
Teir báðir flokkarnir fingu ávikavist 10 og 11 umboð í Altinginum á valinum.
Flokkur Fólksins og Viðreisn vóru í andstøðu seinasta valskeiðið saman javnaðarflokkinum, sum í Íslandi eitur Samfylkingin.
Forsætisráðharri í fráfarandi stjórnini var Bjarni Benediktsson úr konservativa Sjálvstæðisflokkinum.
##med2##
/Ritzau/












