Hann er júst settur í starv sum samskipari fyri alt spillivatnsarbeiði hjá Klaksvíkar Kommunu. Og her verður stóra uppgávan tey fyrstu árini at standa fyri fremjingini av spillivatnsætlanini, sum býráðið áður hevur samtykt.
Klaksvíkar Býráð samtykti fyrst at seta hesa spillivatnsætlan í verk. Og hetta inniber so, at stór kloakkarbeiði verða framd í kommununi komandi árini.
Tí varð lýst eftir einum samskipara, til at standa fyri fremjingini av hesum arbeiði. Fýra umsóknir komu inn til starvið.
- Eftir tilmæli frá setanarbólki samtykti Teknska Nevnd býráðsins at seta Kristoffur Olsen í starvið, har hann byrjar 1. november, verður sagt úr Klaksvíkar kommunu.
Royndir
At Klaksvíkar kommuna hevur sett Kristoffur í starv kemur ikki av ongum.
Kristoffur hevur arbeitt íalt 22 ár hjá kommununi, harav ein partur av arbeiðsuppgávunum hevur verið júst innan kloakkarbeiðið.
- Hann hevur tí hollan kunnleika til kloakk-økið í kommununi, verður sagt.
Kristoffur Olsen hevur eisini nomið sær útbúgving sum kloakkrørleggjari í 1999, sum byggitøkningur í 2009, og í 2011 fekk hann prógv sum byggifrøðingur.