Vága Javnaðarfelag stillar tvey valevni upp til løgtingsvalið, Aimé Jacobsen úr Sørvági og Kristoffur Gaardlykke úr Miðvági.
Aimé er 55 ár, útbúgvin lærari og starvast í Sørvágs skúla. Hon er gift við Heina Davidsen og saman eiga tey trý børn.
Kristoffur er 38 ár, útbúgvin bilsmiður og maskinistur og starvast hjá Royal Greenland. Hann er giftur við Anju Næs og saman eiga tey tríggjar synir.
Kristoffur Gaardlykke stillaði eisini upp til seinasta løgtignsval. Tá gjørdist hann nummar átta á listanum við 203 atkvøðum. Hann hevur fleiri ferðir havt sæti sum varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin.