Tað skrivar heimasíðan hjá KÍ.
Kristoffur Jakobsen spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2005. Hann hevur síðan spælt 144 dystir í fremstu røð, sambært Faroesoccer.com.
Kristoffur Jakobsen er 22 ár og er framrættaður miðvallari.
Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør og Kristoffur Jakobsen eru tískil knýttir at hópinum hjá KÍ.
- Vit eru nøgdir við gongdina, og tað verður helst ikki meira at hoyra frá okkum í eina tíð nú, sigur Jóhann Lutzen, stjóri í Sp/f KÍ.










