Kristoffur Jakobsen spælur eisini við KÍ í 2009. Miðvallarin hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið, og tískil verður hann tøkur hjá nýggja venjaraparinum í komandi kappingarár. - Tað er av stórum týdningi at okkara egnu leikarar støðast og trívast í felagnum, og hetta fara vit at leggja stóran dent á framyvir, sigur Tummas Lervig, formaður, við heimasíðuna hjá KÍ. Hann staðfestir, at felagið í løtuni arbeiðir við leingja flestu sáttmálarnir.










