Uppstillingarfundirnir hjá Vága Javnaðarfelag hava gjørt av, at Kristoffur Gaardlykke verður einasta valevni á listanum til løgtingsvalið
Semja var á uppstillingarfundinum um, at við einum valevni hevur Javnaðarflokkurin í Vágum góðan møguleika at fáa umboðan á Føroya Løgtingi eftir komandi løgtingsval.
Valið er fallið á unga, men roynda javnaðarmannin Kristoffur Gaardlykke úr Miðvági, sigur javnaðarfelagið.
- Kristoffur hevur hóast ungan aldur drúgvar royndir innan politiska arbeiðið. Hann hevur í fleiri ár verið virkin innan ungdómsarbeiðið í SU, har hann hevur verið formaður. Hann hevur umboðað SU í floksleiðsluni seinastu árini sum tann eini av sjey stjórnarlimum floksins, sigur Vága Javnaðarfelag.
Kristoffur Gaardlykke var eitt av trimum valevnum javnaðarfloksins í Vágum til seinasta løgtingsval, tá hann fekk 88 atkvøður.