Tónleikur
Undirhaldið má sigast at vera fimm-stjørna, nú nýstovnaða Five Star Entertainment hevur kunngjørt fyrsta navnið, sum teir hava fingið til Føroya.
Krist Kristofferson er millum tey allar størsta country-nøvnini yvirhøvur, og 3. apríl fer hann at spæla í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Kristofferson hevur í úti við 35 ár gjørt um seg á aljtóða pallinum, og heimshittini frá ráu og djúpu røddini hava verið nógv. Bæði sum einstaklingur sum partur av the Highwaymen, har Willy Nelson, Waylon Jenning og Johnny Cash eisini vóru við. Í apríl mánaði fáa áhoyrar her heima so høvi at syngja við til fleiri av løgunum. Eitt nú Sunda Morning, So Help Me Jesus og Bobby McGhee fyri bert at nevna nøkur,