Kristnir arabarar í Ísrael sjálvbodnir í ísraelska hertænastu

Svenning av Lofti
----

Arabiskir borgarar í Ísrael eru frítiknir fyri tænastu í ís­raelska herinum. Hetta hevur verið so síðani 1948, tá ið fleiri arabiskar bygdir og býir gjørdust partur av nýstovnaða ísraelska stát­in­um, og fólkið í hesum bygd­um og býum fingu ísraelskan borgararætt.
Umleið ein fimtapartur av íbúgvum Ísraels eru arab­arar, sum annaðhvørt eru muslimar ella kristin.
1,6 prosent av jødiska fólkatalinum, ið er 8 milliónir, eru kristnir arabarar.

“Arabiska várið” ein meginorsøk
Síðani sonevnda “arab­iska várið” byrjaði við koll­velt­ingum og uppreist­rum í Libia, Egyptalandi og Sýria, har muslimskar rørslur hava gingið á odda, hevur støð­an hjá teim kristnu í hes­um londum verið verri og verri. Mong eru dripin og hava verið fyri harðskapi og jagstran, eldur hevur verið settur á kristnar kirkjur og samkomubygningar. Se­r­stak­liga ringt hevur verið í Sýria, har kristin verða týnd í hópatali.
Allur hesin harðskapurin í arabisku londunum móti kristnum borgarum har, hevur elvt til at fleiri og fleiri kristnir arabarar í Ísrael sjálvboðin eru farin inn í ísraelska herin, tí tey siga at Ísrael er einasta landið í miðeystri, sum verjir tey kristnu og rættindi teirra.

Stovna kristnan politiskan flokk
Kristnir arabarar hava nú tikið stig til at stovna ein kristnan politiskan flokk. Leiðari floksins er Bishara Shlay­an, fyrrverandi yvir­maður í ísraelska her­flot­an­um. Nýggi flokkurin hev­ur fingið navnið “Børn sátt­málans”. Floksleiðarin sigur, at flokkurin skal um­fata bæði kristin og jødar. Her verður óivað fyrst og fremst hugsað um teir sonevndu messiansku jødarnar, ið trúgva á Jesus Kristus.
Talið av kristnum arabar­ar­um, ið eru farin inn í ís­raelska hertænastu er fer­faldað síðani 2012, tá ið tey vóru 35 í tali, men nú er talið komið upp á 150. Gongdin tykist vera, at enn fleiri fara at gera tað sama í hesum árinum.
Í sambandi við at kristnir arabarar eru farnir inn ísraelska hertænastu, hava nøkur av teimum fingið morð­hóttanir frá sínum egnu, og bilar teirra eru skaddir. Ein av teimum er presturin Naddaf, sum sigur: “Vit fáa ágóðan av ísraelska demokratiinum og vit mugu virðismeta tað og stríðast fyri tí,” sigur hann við blaðið Wall Street Journal. Fleiri av kristnu arabarunum halda tað sama sum eg, men eru ræddir at siga tað alment.

Vilja ikki gerast borg­arar í einum nýggjum palestinskum státi
Í hesum døgum eru sam­ráð­ingar millum arabiska leið­aran Abbas og Ísraelska leiðaran Benjamin Nethan­yau. Amerikanski uttan­ríkisráðharrin John Kerry roynir at trýsta teir til eina semju. Men fleiri av arab­isku borgarunum í ìsrael ótt­ast fyri, at teirra bygd ella býur kemur at gerast part­ur av ætlaða palestinska stát­inum.
Kanningar vísa, at meiri­lutin av arabisku borgarum Ísraels ikki vilja gerast borg­arar í einum nýggjum pale­stinskum státi. At meirilutin av arabarum í Ísrael hevur hesa støðu, kemur ikki av ongum. Tey vita hvørja lagnu mong kristin hava fingið í palestinsku økjunum. Tey hava ikki gloymt drápið av leiðaranum í kristna bók­handlinum í Gaza fyri nøkrum árum síðani. Tey vita eisini, at tað ikki er av ongum, at megin­parturin av teim arabisku kristnu í Betlehem eru farin úr býnum og hava búsett seg uttanlands.