Kristni kalendarin er skeivur

Í einari bók skrivar Benedikt pávi 16., at Jesus varð føddur fleiri ár fyrr, enn vit higartil hava hildið, og at tí er okkara tíðarrokning skeiv. Samstundis skrivar pávin, at tað er ein søgulig sanroynd, at mamma Jesu, Maria, var jomfrú.

Pávin byrjaði at kanna umstøðurnar kring Jesu føðing, longu tá hann var kardinalur í heimlandinum Týsklandi, og ein talsmaður fyrio Vatikanið segði í dag, at síðani 2005 hevur pávin brúkt hvørja tøka løtu til bókina.

Sambært pávanum er tað munkurin Dionysius Exiguus, sum hevur skyldina av, at okkara kalendari er skeivur. Hesin munkurin lkivdi í sættu øld, og tað er ein roknivilla hjá honum, sum ger, at Jesus í veruleikanum var fæddur fleiri ár fyrr, enn vit hava hildið og halda.

Benedikt pávi 16. er nú ikki tann fyrsti, sum hevur bent á, at Jesus var føddur fyrr enn hildið. Fleiri søgufrøðingar hava sagt, at hann var føddur millum tvey og sjey ár undan okkara tíðarrokning.