- Kristnitímin í Fólkaskúlanum kundi verið brúktur til meira neyðuga undirvísing, heldur Jón Joensen, sum hevur gjørt Facebook-bólk undir heitinum ?Kristni úr fólkaskúlanum?. Prestur heldur, at kristnifrálæran kann bera fólk longur enn føroykt.
Kristni er ein fastur partur av frálæruni í Fólkaskúlanum, og kristni fylgir børnunum øll árini í skúlanum.
Men tað eru ikki øll, sum halda tað vera skilagott, at brúka undirvísingartímar í fólkaskúlanum til kristni. Ein teirra er Jón Joensen.
- Kristnitímin í Fólkaskúlanum er spill av tíð og kundi verið brúktur til meira neyðuga undirvísing, sigur Jón Joensen. Hann mælir tí til, at kristni verður strikað sum partur av frálæruni í fólkaskúlanum.
Uni Næs, prestur, heldur, at kristni hoyrir heima í fólkaskúlanum,
- Um tað snýr seg um tímar í kristni á tímatalvuni, so náa vit longur út heim við kristni og religión enn við føroyskum, sigur Uni Næs.










