Kristleif Zachariassen var sum so eitt óskrivað blað, tá hann vann Singer/songwriterkappingina í fjør. Tó so, hann hevði fleiri skrivað bløð liggjandi í skuffuni og komu hesir sangir á fløgu fyri stuttum og hava nakrir teirra síðani ljóðað ofta í útvarpi. Og hetta kundi merkt, at væl verður tikið ímóti tónleikinum hjá Kristleifi.
Fløgan og tónleikaslagið er eisini lættur og væl gloypiligur tónleikur. Løtt løg, har teksturin tó mangan hevur eitt og annað at siga lurtaranum, uttan tó at krevja ov mikið.
Talan er um fólksligan guitarfestan tónleik, ið er væl framførdur og væl swingandi oftast.
Sterka manningin í bólkinum, sum Kristleif hevur savnað afturat sær, ger ikki tónleikadygdina verri. Her er ikki gjørt ov nógv burturúr við at biða bæði ?Per og Pól? koma og spæla og syngja hetta og hatta. Nei, ein sterkur og einfaldur bólkur ? her hugsað um instrumentering. Trummur, bass og guitar. Og so skal tað vera, tí hetta hóskar væl til júst henda tónleikin, sum er festur í guitarframførslu og rødd og tekst.
Sjálvur sigur Kristleif um tekstirnar, at hann leggur stóran dent á at fáa teir at sita væl og at teir eru sera persónligir.
- Ein kennir seg ofta eitt sindur naknan, tá ein lesur teir aftur sjálvur. Men annars er upp til hvønn einstakan at fáa okkurt burturúr, og tað vísir seg eisini, at tað er sera ymikst, hvussu fólk lesa og uppliva tekstirnar, sigur Kristleif.
Rex í kvøld
Í kvøld verður konsert í Rex í Havn, ein sonevnd útgávukonsert, har løg av útgávuni eru at hoyra. Kristleif og manningin fara á pall á leið klokkan 22. Maningin er Heðin Z. Davidsen, guitar, Arnold Ludvig, bass og Rógvi á Rógvu, trummur. Og so Sjálvandi Kristleif Zachariassen, sang og guitar.
Prix
Kristleif og manning verður við til Prix Føroyar kappingarumfarið tann 5. mars. Har verður stórt sæð talan um sama slag av tónleiki, men ein munur verður, at allir tekstir tá eru á enskum.
Kristleif hevur nóg mikið av tilfari at taka av, og alt tilfarið til kappingina verður nýtt. Manningin og Kristleif eru farnir at venja til Prið Føroyar, men fyrst skal útgávukonsertin í Rex í kvøld leggjast afturum. So kunnu teir veruliga fara at hugsa um Prix, upplýsti Kristleif í gjár, tá hann var á veg til Havnar til næstu venjingina hjá bólkinum í samband við Prix Føroyar.