Tað vóru tey fægstu, sum kendu Kristleif Zachariassen sum tónleikara fyri tveimum árum síðani, men nú telist hann upp í rúgvuna av tí mest spennandi og áhugaverda í føroyskum tónleiki.
Kristleif Zachariasen kom fram sum solistur ? singer/songwriter, tey kalla ? í kappingini, sum Hafnia Lounge skipaði fyri. Hann vann hesa tónleikakapping, og síðani hevur hann bæði spælt nógv til tiltøk og givið fløgu út.
Hann hevur í sambandi við fløguupptøkuna fingið sær sína egna bólk, og hesum bólki hevur hann spælt saman við síðani. Tað hevur styrkt munandi um tónleikin hjá Kristleif, tí frá at vera einsamallur á pallinum, hevur hann nú nakrar framúr góðar tónleikarar afturat sær. Arnold Ludvig, Rógvi á Rógvu og Óli Olsen leggja ein góðan og tryggan botn hjá Kristleif at framføra á.
Førkar seg til tað enska málið
Kristleif Zachariassen er ikki bara sangari og tónleikari, hann er eisini ein góður sangskrivari, og hann skrivar allar sangirnar, sum hann framførir. Fyrsta útgávan hjá honum kallaðist Lileysir blettir, men síðani er tann broyting henda, at Kristleif er farin at syngja meira á enskum.
Tónleikurin er ein blanding av poppi, fólkatónleiki og country, og ummælarin hjá Sosialinum var hugtikin, eftir at Kristleif hevði spælt til innleiðandi kappingina í Prixnum.
»Fram um hinar framførarnar hetta kvøldið so hevði Kristleif eitt ríkt tekstunivers. Sorgblíðu tekstirnir hjá Kristleif dansaðu ein vakran vals við lekkrum tónum við slidegittara, harmoniku, akkustiskum bassi og jazzutum trummum.«
Hóast eina góða framførslu í hálvfinaluni gjørdist tað ikki pláss fyri Kristleif í finaluni í Prixnum, men hann hevur nú fingið kjansin at spæla til tiltakið og vísa føroyingum og útlendingum sítt tónleikaunivers.