Tíðindaskriv
Konsertferðin byrjar við útgávukonsert og móttøku í Miðlahúsinum mikudagin 17. kl. 20.00
Síðan verður spælt í Klaksvík, Tórshavn og Vági.
On The Road er næsta útspælið frá kollfirðinginum sum tók øll av bóli við at vinna singer/songwriter kappingina hjá Hotel Hafnia í 2004, hóast hann var eitt heilt óskrivað blað tá.
Eftir hettar kom so hansara fyrsta solo-fløga út, talan var tá um eina sera lovandi fløgu.
Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt til Kristleif seinasta árið, men hann hevur ikki ligið stillur fyri tað. Búsitandi í Danmark hevur hann fyrireikað og tikið upp sangirnar saman við Christopher Juul í LAVA studios.
Úrslitið er ein sera beinrakin og erlig útgáva, sum lyftir arvin eftir fyrru fløguni og tekur okkum á eina viðkomandi ferð inn í hugaheim Kristleifs.
Enn einaferð megnar Kristleif at bergtaka lurtaran við sínum sterku og einfaldu løgum.
Kristleif liggur í løtuni á einum 9. plássi á 15 teimum bestu við eini útseting av Iron Maiden klassikarinum Number Of The Beast. Fleiri løg av fløguni verða avgjørt at hoyra seinni á listanum hjá ÚF.
Vitja Kristleif á www.kristleif.com og www.myspace.com/kristleifmusic
Konsertferðin:
Mikudagin 17.
Útgávukonsert kl. 20.00 í Miðlahúsið.
Hósdagin 18.
kl. 17.00 í Leikalund í Klaksvík. Kristleif spælir og signerar fløgur
kl. 20.00 í virkishúsinum í Klaksvík. Ókeypis konsert
Fríggjadagin 19
kl. 21.00 REX Konsert
kl. 23.00-02.00 í Café Natúr
Leygardagin 20.
Pakkhúsí í Vági. Konsert kl. 22.00










