Kristjan var DJ

Til fyrsta umfarið var tyktiskt tað heilt tilvildarligt, hvør tónleikur varð settur á tá allir bólkarnir vóru farnir av pallinum, og vinnarin skuldi finnast. Hetta vóru tað fleiri, ið fíltust á, og bæði í øðrum umfari og tí, sum júst hevur verið, hava fyriskipararnir fingið sær ein rættiligan DJ.
Hesuferð var tað Kristjan Joensen úr Klaksvík, sum átti tørn. Seinast var tað Ottar í Funningstovu, sum vendi plátum.
Kristjan hevði so til uppgávu at halda lív í áskoðarunum, tá bólkarnir vóru lidnir at spæla og til Jákup Magnussen kom aftur á pallin at kunngera vinnaran. Og tá Bracket høvdu spælt eina løtu, skuldi Kristjan aftur á pallin til tiltakið endaði um fýra tíðina.