Tað er ikki vanligt, at hava gudstænastu eitt týskvøld, men í annaðkvøld verður eitt slíkt høvi í Hoyvíkar kirkju. Orsøkin til gudstænastuna er, at hetta í roynd og veru er seinasta gudstænastan hjá Kristine Hestbech á hesum sinni.
Hon hevur verið prestur í eystara prestagjaldinum í Suðurstreymoy seinasta hálva árið, men nú er henda tænastutíðina at enda komin.
Við gudstænasturnar hevur Kristine savnað ein hóp av fólki í kirkjunum, og helst verður eisini so, tá henda avskeðsgudstænastan verður í Hoyvík í annaðkvøld. Við gudstænastuna verður savnað inn til Hoyvíkar kirkju.
Gudstænastan byrjar kl. 19:30. Tað er helst rættast hjá fólki at møta í góðari tíð, um tey ynskja sitipláss í kirkjuni.










