Kristindemokratarnir aftur á Fólkatingi

Jens Rohde, sum í januar fór úr Radikala flokkinum, hevur meldað seg inn í Kristendemokratarnar. Hann er nú politiskur formaður floksins á tingi

 

Tað skrivar Jyllands-Posten.

Kristendemokratarnir rukku ikki um sperrumarkið á fólkatingsvalinum í 2019, men við Jens Rohde hevur flokkurin aftur fingið sess í Fólkatinginum fyri fyrstu ferð í næstan tíggju ár.

– Eg havi rent pannuna politiskt móti múrinum aðra staðni. Tað er ikki hent her. Vit koma við eini politiskari ætlan, sum er framskygd, pragmatisk og borgarlig, sigur Jens Rohde við Jyllands-Posten.

– »Danmarks borgerlige midterparti« verður mantraið, sigur hann.

Saman við forkvinnuni í Kristendemokratunum, Isabellu Arendt, fer hann mikudagin at leggja eitt politiskt manifest fram fyri 2030.

/ritzau/

 

Fakta um Jens Rohde:

* 51 ár, føddur 18. apríl í 1970 í Holstebro.

* Útbúgving:

1989 Studentur Viborg Katedralskole

1994-1995: Lisið statsvísindi

* Politisk yrkisleið:

1993-2015: Limur í Vinstra.

1998-2006: Fólkatingsmaður, valdur í Viborg Amtskreds.

2001-2006: Politiskur orðførari fyri Vinstra.

2001-2005 og aftur frá 2014: Býráðslimur í Viborg Kommune.

Síðani 2009: Limur í Evropa-tinginum, afturvaldur 25.mai í 2014 við 48.882 persónligum atkvøðum.

2015: Meldar seg  inn í Radikala flokkin.

2021: Meldar seg úr Radikala flokkinum.

2021: Meldar seg inn í Kristendemokraterne.

* Vinnuroyndir:

1984-1997: Programmmedarbeiðari á Radio Viborg.

1989-1991: ES- reportari fyri Radio Viborg og Danmarks Erhvervsradio.

1991-1994: Í starvi hjá reklamuvirkinum CC Marketing og Byro.

1994-1998: Dagligur leiðari í Viborg Handelsstandsforening.

1998: Miðlaundirvísari, Viborg Ungdomsskole.

2007: Stjóri fyri TV2 Radio.

* Privat: Giftur við Katrine. Trý børn. Familjan býr í Viborg.

/ritzau/