Kristindómur og politikkur í Miðlahúsinum í kvøld

Í kvøld kl. 20 verður kjaktiltak í Miðlahúsinum um, hvønn leiklut kristindómurin skal hava í føroyskum politikki. Tiltakið er í samband við nýggja essay-savnið ?Krossvegir?. Hvønn leiklut skal kristindómurin hava í føroyskum politikki?

Hetta verður høvuðsevnið undir kjaktiltaki í Miðlahúsinum í kvøld kl. 20. Kristianna Winther Poulsen, Sjúrður Skaale, Bill Justinussen og Rúni Rasmussen fara at kjakast í panelinum. Undir tiltakinum fer Hanus G. Johansen at syngja og spæla.

Tiltakið verður hildið í sambandi við nýggja essay-savnið ?Krossvegir?, har fimtan føroyskir høvundar viðgera spurningin um viðurskiftini millum átrúnað og politikk í Føroyum. Trý av teimum fýra í panelinum, Kristianna, Sjúrður og Rúni, eru millum tey fimtan, sum hava skrivað í bókina, meðan fjórði luttakarin, Bill Justinussen, situr á tingi fyri Miðflokkin. Tiltakið byrjar kl. 20.