Almennur fyrilestur verður á Fiskirannsóknarstovuni týskvøldið 30. mai 2000 kl. 18. Jens Holger Schjørring, professari í kirkjusøgu, heldur fyrilestur, ið hann kallar: Kristindómur og politikkur í 20. øld.
Jens Holger Schjørring starvast sum professari í kirkjusøgu við Teologiska Fakultetið á Aarhus Universitet. Hann hevur m.a. skrivað ritgerð á týskum um sambandið millum danska og týska guðfrøði í Hitler-tíðini og ?Ökumenische Perspektiven des deutschen Kirchenkampfes?; um lutherdómin í 20. øld hevur hann skrivað ?From Federation to Communion. The History of the Lutheran World Federation 1947-1997? og um Grundtvig m. a. hesar bøkur ?Grundtvig og påsken? og ?Grundtvigs billedsprog og den kirkelige anskuelse?.
20. øld var fram um alt merkt av teimum báðum heimsbardøgunum. Hvussu hava heimsbardagarnir ávirkað sambandið millum tær kristnu kirkjurnar? Men øldin var eisini merkt av ósemju millum kirkjurnar og einavalds ideologirnar, serliga nazismuna og kommunismuna. Hendan ósemjan fekk víttgangandi avleiðingar fyri kirkjurnar. Haraftrat var øldin merkt av tí økumenisku rørsluni.
Í fyrilestrinum verður í stuttum hugt at høvuðsrákinum í royndunum at skapa sátt og semju millum kristnu kirkjusamfeløgini.