Í seinastu grein endaði eg við, at tann evangeliski boðskapurin hevur verið hildin ógreitt fram gjøgnum fleiri øldir. Hetta sóu menn, og í 18. øld vóru nøkur Guds børn, sum byrjaðu at savnast til at bróta breyðið, soleiðis sum vit síggja tað fyriskrivað í nýggjatestamenti. Tey fóru eisini at royna at læra bert við nýggjatetamenti, sum leiðbeinara. Tey kvittaðu við alt tað, sum menniskju høvdu lagt afturat orði Guds og ynsktu bert at læra nýggjatestamentiligar lærdómar. Hetta fór fram, eftir sum eg havi fingið upplýst, í í hvussu so er fýra støðum ísenn, uttan at hesi vistu um hvønn annan. Hesi støð vóru í Írlandi, Englandi, Italiu og Suðurameriku.
Hesi menniskju ynsktu ikki at vera ein nýggjur trúðarflokkur. Tey kalla seg brøðurnir, men ynskja ikki at vera ein brøðrasamkoma, sum ein nýggjur flokkur út av mongum øðrum flokkum. Harafturímóti læra brøðurnir, at øll menniskju, sum hava tikið ímóti Harranum Jesusi sum frelsara og trúgva at hann er sonur Guds, hoyra við til samkomu Guds, líkamikið hvar tey standa, tað veri seg fólk úr fólkakirkjuni, protestantar annars, katolikkar, adventistar ella hvar tey enn standa.
Í 1865 kom William Gibson Sloan til Føroya. Hann var ættaður úr Skotlandi,og hann skrivaði niður á pappír, tá hann hevði gjørt av at fara til Føroya, at hann fór hiðar at prædika Kristus. Sáðið, sum hesin lítilátni maðurin sáðaði, bar ávøkst, mong komu til trúgv á Harran, og samkomur vóru stovnaðar runt um landið.
Við hesum hendi tað, at samkomusannleikin varð hildin fram, soleiðis sum nýggjatestamentið lærir hann, men, sum eg skrivaði fyrr, hóast hesin sanleikin hevur verið framhildin í Føroyum leingi, so kundi hann verið betur kendur millum okkara, enn hann er, óiva.
Lat okkum, um vit ivast um okkurt av tí, sum verður lært út frá skriftunum, gera sum teir gjørdu í Berøa, ápostlasøgan 17,10-11, rannsaka skriftirnar og vita um hetta er so.
Endi.