Kristindómur í Føroyum til viðgerðar

Samkirkjuligur pallborðsfundur verður á Fjarðafestivalinum í Skálabotni í dag Í dag klokkan 14 skipar Fjarðafestivalurin fyri einum forkunnugum tiltakið.

 

Talan verður um ein pallborðsfund í Kelduni í Skálabotni, har umboð fyri tað Føroyska kirkju og samkomulívið fara at tjakast um Kristindóm í Føroyum 2010. Panelið verður breitt samansett við Føroya Dómprósti, Una Næs, Samkomuleiðaranum í Lívdini, Jógvani Zachariasen, Skriftserfrøðinginum, Símuni Absalonsen, Aðalskrivaranum í Føroysku Heimamissiónini, Øssuri Kjølbro og Samkomuleiðaranum í Kelduni, Paula Høj.

 

Høvið verður eisini hjá áhoyrarunum at seta panelinum spurningar.