Kristina Thorsteinsson 80 ár

Mikudagin 25. oktober verður Kristina Thorsteinsson vanliga nevnd Killan 80 ár




Kristina er slektað úr Vátutoft, dóttir Malevinus í Vátutoft, skipara, og Ellu. Hon var næstyngst av 5 systkjum. Elstur var Símun, sum var havnameistari í Klaksvík. Heini, sum arbeiddi nógv ár hjá Kjølbro, var næstur. Hanna, sum var elst av gentunum, var gift Eli Christiansen í Havn. Ruth giftist á ungum aldri við Conrad Davik úr Brattvåg. Hon doyði 38 ára gomul í Japan av sjúku. Yngst er Johanna ella vanliga nevnd Lukkhanna, sum var gift Olivuri Olsen úr Svínoy. Bert Kristina og Johanna eru á lívi í dag.
 
Kristina vaks upp undir krígnum og var sum heilt ung trúlovað Sámali Thorsteinson. Tey giftust í 1946, tá var hon 20 ár. Kristina var manni sínum ein góður stuðul, tá hann fór undir Tog- og Snørisvirkið á einum neystalofti í Víkunum í Klaksvík. Snørisvirkið var teirra arbeiðslív og teirra lívsverk. Tað gjørdist eitt stórt og væl rikið virki við fleiri starvsfólkum. Fiskimenn og útróðrarmenn høvdu álit á teimum. Kristina ordnaði í nógv ár alt skrivstovuarbeiðið á virkinum. Tey keyptu eisini skip, sum tey róku í nøkur ár. Mitt í áttatiárunum fór heilsan hjá Sámali at bila, og tey seldu tá virkið og skip. Sámal doyði í 2005.
 
Kristina og Sámal eiga tvær døtur. Malla, sum býr í Havn og Elinborg, sum býr í Århus. Ommubørnini eru 4 og langommubørnini 3. Kristina er heima føðingardagin og tekur ímóti gestum frá kl. 18.00.
me