Kristina tók øll á bóli

17 ára gamla Kristina Eliasen, Havnar Svimjifelag, kom fyrst á mál í 50 metra frí hjá kvinnum fyrrapartin leygardagin. Hon tók øll á bóli og tryggjaði sær luttøku til Oyggjaleikirnar

Kristian Eliasen er eitt nýtt navn í føroyskari svimjing. Tað var ikki væntað, at hon fór at vinna í 50 metra frí, men hon fekk bæði gull og tryggjaði sær luttøku til Oyggjaleikirnar í summar.
Tíðin var 26,65 sekund, og tað er undir kravtíðina, sum er 26,91 sekund. Birita Debes var nummar tvey við tíðini 26,92 sekund. Hon hevur staðið kravtíðina við sínum juniormeti, 26.54, á Ægir-stevnuni í februar.