Fólkakæri danski bólkurin Kandis hevur givið nýggja útgávu út við gomlum og nýggjum sangum. "Kandis 19 – Latest & Greatest" eitur útgávan, sum bæði er útkomin sum LP-pláta og fløga.
Føroyska countryprinsessan Kristina Bærendsen er partur av útgávuni, tí hon syngur við í duettini, sum eitur “Ser du en anden nu”.
Danska blaðið Familju Journalurin kallar tað fyri tað flottasta og mest romantiska lagið á útgávuni.
Blaðið hevur hitt sangaran í Kandis, Johnny Hansen, og hann fortelur, at bólkurin møtti Kristinu fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani í Mariuhavanum í Ansager.
- Vit prátaðu, og tá eg hoyrdi, at hon tosaði við accent, spurdi eg, hvaðani hon var. Tá hon svaraði Føroyum, visti eg beinanvegin, hvør hon var. Hon var nevniliga góð vinkona hjá Jens Varmløse, sum vit hava innspælt nýggju útgávuna hjá, og sum áður hevur verið guitaristur hjá okkum. Hann hevur ofta tosað um Kristinu, sigur Johnny Hansen við Familju Journalin.
Tí hugsaði hann um Kristinu, tá møguleikin fyri einari duett á nýggju útgávuni kom.
- Vit hava eisini tosað um at gera eitt videolag aftaná nýggjárið, sigur Johnny Hansen.
<iframe src="https://open.spotify.com/embed/track/4Cuqo4BWhlKH71fetWkSrz" width="300" height="380" frameborder="0" allowtransparency="true" allow="encrypted-media"></iframe>











