17 ára gamla Kristina Eliasen, Havnar Svimjifelag, kom fyrst á mál í 50 metra frí hjá kvinnum fyrrapartin. Birita Debes var nummar tvey.
Tíðin var 26,65, og tað er undir kravtíðina til Oyggjaleikir, sum er 26,91 sekund. Kristina Eliasen hevur sostatt tryggja sær luttøku á Oyggjaleikunum.
Birita Debes var nummar tvey við tíðini 26,92. Hon hevur staðið kravtíðina við sínum juniormeti, 26,54 sekund, á Ægir-stevnuni í februar.