Føroyski yrkisdansarin Kristina Ougaard Sørensen er í hesum døgum um at leggja síðstu hon á venjingarnar av stykkinum Polaroid, what´s really going on around the northpole?, ið hon saman við fýra grønlendskum sjónleikarum fer á pall við fríggjadagin i Nuuk. Leikurin fer komandi tíðina at ferðast kring norðurlond. Eftir Nuuk stendur Sisimiut á skránni, áðrenn farið verður til Danmarkar, Áland, Finland, Sámaland og Føroyar. Í Danmark verður leikurin sýndur í Operahúsinum, meðan tað er Norðurlandahúsið, ið leggur pall til leikin í Føroyum.
Tað Napa, grøndlendska Norðurlandahúsið í Nuuk, ið stendur aftan fyri Polaroid, stjórin í Napa Anders Berndtsson sigur í grønlendska dagblaðnum Sermitsiaq, at hetta er nógv størsta satsið innan sjónleik og dans, ið tey hava gjørt í Napa, tey einastu tiltøk, ið kunnu samanberast við hetta eru tónleikatiltakið Crossroads og tiltakið Veiðumentan í Útnorði.
Modernaður dansur made in Greenland
Til at leikstjórna Polaroid hevur Napa fingið norrmannin Jo Strømgren, ið er ein nógv eftirspurdur og væl dámdur leikstjóri, bæði í og uttanfyri norðurlond. Jo Strømgren sigur við Sermitsiaq, at tað er eitt sindur trupult at greiða frá hvat leikurin snýr seg um:
- Hetta er jú absurdur sjónleikur, ljósið, dansurin, pallmyndin og ljóðið siga søguna. Temaði er um, at Heimurin í veruleikanum einki veit um, hvat tað er, ið hendur heilt her norðuri tætt við Norðurpólin. Hann heldur fram:
- Eg ætli tó ikki, at vit skulu vísa nakað av tí gamla og etniska, ið fólk kanska altíð væntar at síggja. Vit skulu vísa nakað, ið er moderna og sum álíkavæl er made in Greenland.
Í leikinum eru fýra grønlendskir sjónleikarar og ein føroyskur yrkisdansari, og fyri føroyska yrkisdansaran er upplivingin rættiliga serlig, ikki minst tí, at leikstjórin er eitt gamalt idol hjá Kristinu.
Kristina Ougaard Sørensen er útbúgvin yrkisdansari á London Contemporary Dance School og hevur luttikið í nógvum ymiskum framleiðslum í Bretlandi, Danmark og Føroyum. Í fjør vann hon saman við skúlafeløgum sínum Seke Chimutengwende og Ránnvá Káradóttir kappingina Dancesolution á Dansescenen á Østerbro í Keypmannahavn. Hesin sigur gav teimum møguleikan at gera stykkið Rout Entry, ið tey vístu á Dansescenen fyrr í ár.
Mest sum av tilvild
Vit prátaðu við Kristinu, ið hevur verið í Nuuk síðan 28. august. Hon greiðir okkum frá, at tað var mest sum av tilvild, at tað kom í lag, at hon gjørdist partur av hesum leiki. Hon var í Norðurlandahúsinum í Havn í onkrum øðrum ørindum, tá hon hitti <st1:PersonName w:st="on" ProductID="niels halm"$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$ stjóra í húsinum. Hann hevði júst tá vitjan av Napa stjóranum Anders Berndtsson og presenteraði tey fyri hvør øðrum. <st1:PersonName w:st="on" ProductID="niels halm"$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$ hevði hoyrt um hesa verkætlainina og skeyt upp, at tað hevði verið stuttligt at fingið føroyska luttøku í verkætlanina. <BR>Tá Kristina hoyrdi, at Jo Søndergren skuldi leikstjórna, gjørdist hetta sera spennandi, tí Søndergren er eitt av hennara stóru idolum.
-Eg sá hann fyrstu ferð á Listastevnuni í 2002 og mær dámdi hann ótrúliga væl, tí havi eg sæð hann sum eitt idol líka síðan, greiðir Kristina frá.
- Eg vildi tí sjálvandi gjarna luttaka í hesum og tí sendi eg eina fløgu við ymiskum dansi hjá mær og mítt CV, og Jo var eftir øllum at døma nøgdur við tað, ið hann sá, sigur Kristina Ougaard Sørensen í telefonini úr Nuuk.
Fyrireikingar ganga væl
Kristina letur væl at fyrireikingunum til leikin.
- Vit koma øll frá sera ymiskum bakgrundum, men vit fungera væl sum bólkur, og eg haldi, at vit læra nógv av hvør øðrum sigur hon. Nuukaka Coster Waldau er nýútbúgvin sjónleikari við Statens Teaterskole í Keypmannahavn, Varste Mathæussen Berndtsson er útbúgvin sjónleikari við Tuukkaq sjónleikarhúsið, meðan Vivi Sørensen og Kristian Mølgaard eru royndir ungdómssjónleikarar og dansarar í Grønlandi, ið tó ikki hava útbúgving innan leiklist ella dans.
Hevur lært nógv
- Nú spæla vit øll sjónleik og dansa øll. Hetta er sjálvandi eisini avbjóðandi fyri leikstjóran, ið vanliga bara arbeiðir við super professionellum dansarum. Hann noyðist tí, at finna okkara forsir og tað dugur hann eisini væl. Hann fær ótrúliga nógv burtur úr lítlum. Eg kann tosa fyri meg, at eg hesar farnu fýra vikurnar havi lært meira enn eg gjørdi 3 ár á dansiskúlanum, sigur Kristina
- Eg havi roynt at lokka Jo at koma til Føroyar at gera okkurt, og eg vóni, at tað fer at eydnast. Hann er bara bookaður øgiliga langt fram, so tað verður ikki fyribils, greiðir Kristina frá.
Nú standa framførslur á skránni fram til 25. oktober m.a. í loftshølunum á Operaini í Keypmannahavn, og Kristina leggur ikki skjól á, at hetta er nakað, ið tey øll gleða seg til:
- Tað er forbiðið spennandi, at skula spæla í Operahúsinum, eg vænti, at tað verður nakað heilt serligt. Hetta er eisini fyrsta grønlendska framleiðslan, sum sleppur á pall har.
Stykkið Polaroid, what´s really going on around the northpole? verður sýnt í Operahúsinum í Keypmannahavn í døgunum 14.-17. oktober. Í Føroyum verður sett upp í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 21. oktober
keldur:
Operahus here we come!, Sermitsiaq nr. 37, 2006
Spændende Blanding, Sermitsiaq nr. 38, 2006
www.napa.gl