Í kvøld var seinna innleiðandi umfar í íslendsku Eurovision sangkappingini, og nú er greitt, at tveir føroyingar vera partur av finaluni.
Kristina Bærendsen var við í fyrru innleiðandi kappingini seinasta vikuskifti, men kom ikki víðari frá kappingini. Tveir aðrir luttakarar komu í finaluna. Tá ið greitt var, hvørjir tveir luttakarar komu víðari frá kappingini í kvøld, var eitt sonevnt »wild card« latið, so at finalan verður mannað við fimm luttakarum. Hesin seinasti finaluluttakarin gjørdist Kristina Bærendsen.
Jógvan Hansen var kórsangari hjá Friðrik Ómar í kappingini í kvøld, og teir komu í finaluna.
Finalan í íslendsku Eurovision kappingini verður leygarkvøldið 2. mars, og tá verður greitt, hvør skal umboða Ísland í aljtóða kappingini, sum verður hildin í Ísrael.