Í vikuni kom tann framúr góða country-sangkvinnan, Kristina Bærendsen út við einari fløgu, sum mong hava verið spent uppá at hoyra.
Í tí sambandinum varð skipað fyri einari útgávukonsert í Løkshøll farna mikukvøld. Tað komu so nógv fólk, at mong vóru noydd at fara heimaftur, sum av torvheiðum.
Kristina Bærendsen ásannar, at nógv hava leingi heitt á hana um at geva út eina fløgu, men hon staðfestir, at fyrst nú var tíðin búgvin at geva út ta fyrstu fløguna.
Talan er um eina reina countryfløgu hjá Kristinu Bærendsen. Talan er bæði um kærleikssangir og um kristiligar sangir.
Í morgun vitjaði Kristina Bærendsen morgunsendingina á Rás2. Tað ber til at hoyra prátið við Kristinu undir greinini. Ì ljóðbrotinum hoyrast eisini brotpartar av sangum, sum eru á fløguni hjá Kristinu.