Kristina Joensen, samrøða eftir Silvitni

Hvussu er tú nøgd við tiltakið Silvitni?
Lukkulig og stolt av øllum. Føli meg eitt sindur einsamalla og tóma nú, sakni øll hesi fólkini rundan um meg. Tey eru komin at týða nógv fyri meg, og eg havi fingið blóð upp á tonnina, hetta tími eg ordiliga væl. Spennandi, tí tey, eins og eg, vóru so spent og óroynd innan økið. Tey gjørdu tað lætt og komu av fullum hjarta. Sjálvandi havi eg spurt tey, sum eg haldi egna seg. Og tað var heppið, at tey riggaðu saman. Atmosferan var í topp.

Er tað fyrstu ferð tú hevur roynt tílíkt?
Hevði eitt tiltak fyri 3 árum síðan, sum æt Silvitnisdáran. Tað var ein málningaframsýning og eitt tiltak í Mentanarhúsinum og Ribarhúsið. Tað var eitt minni tiltak, ein framførsla og ein pallur - ein smagsprøvi. Tað eydnaðist væl, tí ringdi Frits Johannesen og bað meg aftur. Hesaferð gjørdi eg tað so størri. Nú vóru fleiri fólk, størri pallur og livandi tónleikur.

Nú tú hevur roynt ytstu mørk, hvørjar nýggjar royndir hevur tú, og hvussu kemur tað at ávirka títt lív?
Eg havi sett meg niður við Elin Klein Joensen, ið var samskipari, og sum hjálpti mær at fáa leikin upp at standa. Vit hava sett okkum fyri at gera nógv fleiri tiltøk. Vit arbeiða við einum til næsta ár og hava tiltøk til 4 ár fram.

Hvaðani kom íblásturin?
Menniskju, ið eg komi saman við, geva mær íblástur. Tað eg havi, sum møguliga er serstakt, er dirvið at koma fram við tí, sum eg havi upp á hjartað.
Eg hevði ein dreym og fekk fólk við upp á tað, og gleðin yvir, at tað riggaði, er nokk fyri meg. Peningaliga er ongin vinningur í slíkum, tvørturímóti. Og vit hava øll arbeitt ókeypis.
Gott fólk kemur millum gott fólk, nógv hava stuðlað mær, serliga mamma mín.
Alt verður jú endavent, tá ein fer undir eina so stóra verkætlan, t. d. ein stova verður endavend til eitt seymirúm ella atelier osfr.

Íblástur til búnarnir? Hvar hevur tú lært at seyma?
Hugskotið, um at genturnar skuldu verða lokkandi fyri at lokka Frits inn í hulduheimin, var útgangsstøðið, tí skuldi klæðini til hulduheimin ikki vera grá, men litrík og fangandi.
Ongantíð havi eg seymað fyrr, eg fór bara í gongd. Alt kundi brúkast. Trol, tyll, ull  ja, alt skaptist av sær sjálvum. Rørslurnar á pallinum avgjørdu, hvussu búnarnir komu at enda at síggja út. Klæðini skuldi bara halda til tríggjar framførslur. Ein sniðgevi helt, at búnarnir vóru flott sniðgivnir, men flenti at seymingini...
Stuttligt er, at børn í Fuglafjørði ganga nú í klæðum, ið foreldur teirra hava keypt á aktión eftir síðstu sýning. Eg segði við eina smágentu, ið kom spælandi framvið í kjólanum: Tú sær út sum ein prinsessa. Nei, svaraði hon sum ein huldugenta.

Hvussu er tú nøgd við málningaframsýning tína í Ribarhúsið í Fuglafirði? Hevur tú selt nakran málning?
Sera væl nøgd. Havi selt 16 málningar av 23, tveir vóru ogn.

Hvar hevur tú fingið íblástur til at mála?
Frits Johannesen er gubbi mín og hevur verið lærari mín í tilevning í fólkaskúlanum í Fuglafirði. Hann hevur nógv við tað at gera, at eg máli. Familjan hevur listarligar gávur og fæst mest við tónleik. Tá eg var AFS næmingur í Australia, hevði eg tvær listarligar lærugreinir. Eg havi altíð málað frá barnsbeini av.

Hví velur tú ikki listarvegin fulla tíð?
Veit ikki, tori ikki at loypa útí tað. Eri áhugað í so nógvum. Nú havi eg valt sosialráðgevara útbúgvingina, og tað passar væl við at samskipa hesa við listina, bæði hava, fyri mítt viðkomandi, við menniskju at gera.

Hvat kanst tú sjálv siga um hesa framsýning?
Hendan framsýning er nakað heilt nýtt, t.d. litirnir. Havi arbeitt við bláa litinum á ymsan hátt. Formarnir eru eins og eg havi málað áður, men litsamansetingin heilt øðrvísi.

Hvat eyðkennir teg, tá tú málar? Hvat hugsar tú ella ætlar tú?
Hugsi ikki um nakað serstakt. Seti meg við eitt tomt lørrit og máli.
Tá er tað soleiðis:
Eg, lørritið, pensilin og máling. Sera psykologisk, tvs. tað er løtan, ið skapar verkið. Havi altíð ein skitsiblokk, tekni í minsta lagi fimm myndir um dagin. Fáar myndir kunnu brúkast av tí, men tað ger, at eg haldi meg virkna við at tekna og mála.
T. d. eitur ein málningur tøgn. Tá eg málaði hann var púra kvirt og eg føldi frið við mær sjálvari. Menniskju og náttúran eru størsti íblástur á hesi framsýning.
T.d. fyrra framsýningin avmyndaði ymiskt undarligt, ið eg hevði hoyrt fólk siga, t.d. hoyrdi eg onkran siga frá Roskilde Festivalinum, millum setningarnar varð sagt, tað var blikalogn og glaðir gamlir menn, hesin setningur varð t.d. eitt myndaevni.
Eg var við einum kóri í New York í vár. Tá vóru vit inni á MOMA, Modern Museum of Art. Frits Johannesen hevði savnað eitt kór í Fuglafjørði í vár. Vit sungu í kirkjum og listaskálum. Ivaleyst eri eg ávirkað av øllum upplivingunum har og sjálvsagt av lívinum, eg livi til dagligt. Vit broytast jú sum menniskju alla tíðina og tað silvitnast í myndum mínum.



MYNDATEKSTUR!!!!!!!!!!
(Kann standa t.d. undir myndini av Frits Johannesen):

- Tey ungu hava ongar fordómar. Vit vórðu stýrd av fordómun. Tey ungu eru so frí og fræls í Føroyum í dag, og tað er vælsignað. Tað hevur verið stuttligt at vera við í Silvitni, sigur Frits Johannesen