- Formansskapurin í Løgtinginum er ikki ein kærustovnur!
Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Fyri trimum vikum síðani kærdi Kristina Háfoss, Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, fyri formansskapinum í Løgtinginum.
Orsøkin var, at hann hevði lagt umfatandi lógarupsskot um eina nýggja penssjónsskipan fyri Løgtingið uttan at viðkomandi feløg, stovnar og onnur, høvdu fingið høvi at gera sínar viðmerkingar til málið.
Og Kristina Háfoss sigur, at tað er brot á tingskipanina, har tað stendur, at tá ið mál verða løgd fyri Løgtingið, skal upplýsast, hvør hevur havt tey til hoyringar og hvørjar viðmerkingar, tey hava havt.
Hon vildi tískil hava formansskapin í Løgtinginum at heita á landsstýrismannin um at taka uppskotini aftur og at leggja tey aftur fyri Løgtingið, tá ið hoyringssvarini vóru við.
Jógvan á Lakjuni sigur, at formansskapurin er ikki liðugur at viðgera málið.
Men tað skilst á øllum brøgdum, at hetta er ikki eitt mál, formansskapurin fer at gera nakað við.
- Formansskapurin er ikki ein kærustovnur og vit kunnu ikki seta nøkur tiltøk í verk, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann staðfestir kortini, at halda tingfólk at ávís viðurskifti ikki eru í lagi, hava tey sjálvsagt sín fulla rætt at venda sær til formansskapin.
Hann gevur eisini Kristina Háfoss rætt í, at hoyringsskriv eiga at vera við, tá ið mál verða løgd fyri Løgtingið.
- Tað er ein fortreyt fyri at Løgtingið kann vera so væl upplýst, sum gjørligt, at viðgera málið.
- Men tað er ikki eitt beinleiðis lógarkrav, at hoyringssvarini skulu fylgja við, leggur hann afturat.
Løgtingsformaðurin gevur Jørgen Niclasen rætt í, at skuldi málið koma í gildi á nýggjárinum, mátti tað leggjast fram, tá ið hann legði tað fram.
- Hinvegin kundu vit havt bíða við viðgerðini, til hoyringsskrivini vóru komin.
Men tað er ein spurningur um tað hevði latið seg gjørt, tí hesa tíðina hevur Løgtingið úr at gera.
Hinvegin hevur tað verið ein afturvendandi trupulleiki, at alt ov nógv mál koma í Løgtingið í senn upp undir evstamark og tað ger seg aftur galdandi hesa ferð.
Men tað hevur víst seg at vera sera torført, fyri ikki at siga ómøguligt at basa hesum trupulleika, sigur løgtingsformaðurin. |
Les eisini: Jørgen Niclasen klagaður fyri Løgtinginum