Nú vóni eg, at Kristina Háfoss biðjur um umbering
Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú hann hevur svarað enn einum spurningi frá Løgtingskvinnuni um illa umstrídda sáttmálan ímillum privata felagið, CIP, og landsstýrið um Eysturoyartunnilin.
Heldur speiskliga kallar løgmaður Kristinu Háfoss á Facebook í dag fyri tann føroyska kanningarstjóran í CIP málinum
Kristina Háfoss hevur spurt løgmann um hann heldur, at tað er brot á lógina um alment innlit, tá ið ein stórur partur av sáttmálan er strikaður út við tussj, áðrenn hann verður lagdur fyri almenningin.
Kristina Háfoss sigur, at tað er so nógv strikað út, at tað líkist meiri eini politiskari útstriking, enn eini løgfrøðiligari.
Les eisini: Skaðar álitið og trúvirðið
Men hesum vísir løgmaður aftur.
Hann sigur, at hann hevur lagt málið fyri ein av fremstu serfrøðingum í innlitslóggávu í Danmark, Karsten Revsbech, professara.
Løgmaður sigur, at orðarætt sigur danski professarin: ”Det er min konklusion, at det er berettiget at tilbageholde ( undtage ) væsentlige dele af aftaleudkastet i henhold til offentlighedslovens § 13, stk. 1, nr. 5, men at der samtidig i aftaleudkastet er en række standardoplysninger mv., som uden nogen skadevirkning for det offentliges økonomiske interesser, herunder hensynet til at kunne optræde som ligestillet eller seriøs forhandlingspart, kan videregives i forbindelse med aktindsigt. Der skal derfor gives aktindsigt heri, jf. offentlighedslovens § 13, stk. 2.”
Í umsøgnini sigur hann víðari at:
”I et særskilt bilag har jeg angivet, hvilke dele af aftaleudkastet der efter min opfattelse kan og skal meddeles aktindsigt i ( delvis aktindsigt i medfør af offentlighedslovens § 12, stk. 2 ), og hvilke dele der må undtages fra aktindsigt.”
- Tað er hetta skjal, sum Revsbech hevur ekstraherað, sum er grundarlag fyri skjalinum, sum Fíggjarmálaráðið hevur latið fjølmiðlunum innlit í.
- Tað er tí at taka nakað rívan til av spyrjaranum, tá ið hon sigur, at tað tykist meira sum ein “politisk” útstriking av upplýsingum, heldur enn ein “løgfrøðilig” útstriking, sigur løgmaður.
Hann heldur eisini, at tað hevði verið hóskandi, at Kristina Háfoss kemur við eini umbering til alt spinnið um alment innlit í CIP sáttmálan, nú ein tann fremsti serfrøðingurin í ríkinum hevur talað.
|