Kristina Háfoss breyt játtanarlógina

Løgtingsumsitingin hevur givið andstøðuni rætt, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, breyt játtanarlógina undir framløgunum av eykajáttanarlógini í oktobur.

 

Undir viðgerðini av eykajáttanarlóg fyri oktober í ár, førdi andstøðan fram í tingsalinum, at landstýrið og meirlutin í fíggjarlógini framdi brot á játtanarlógina. Lógin sigur, at peningur skal nýtast í sama ári, sum hann verður játtaður. Tað vil siga, at verkætlanir, sum standa á fíggjarlógini fyri 2015, skulu byrja í 2015. Játtanin kann ikki sparast til í 2016.

 

Andstøðan ákærdi samgonguna og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum fyri at royna at pynta um fíggjarlógina fyri 2016 við at játta pening í 2015, sum kortini ikki skuldi brúkast fyrr enn í 2016.

 

Undir orðaskiftinum vísti andstøðan á at ávisar verkætlanir, so sum nýggj parkeringspláss við Norðurlandahúsið, ikki verða byrjaðar í ár, og tí er ikki neyðugt at játta pening til tess í ár. Peningurin játtaður í ár kann kortini ikki nýtast komandi ár. Løgtingsumsitingin hevur nú givið andstøðuni rætt í hesum.

 

Umstingin hjá Løgtinginum gjørt eitt upprit um málið, og har verður sagt rættuliga greitt, at andstøðan hevur rætt í atfinningunum, skrivar Árni Gregersen á ting.fo.

 

Galdandi fíggjarlóg skal altíð vera ein mynd av ætlaða virkseminum í fíggjarárinum, og tað er sostatt ongin heimild til at seta meira á fíggjarlógina og eykajáttanarlógina, enn man ætlar at brúka í árinum, skrivar umsitingin í Løgtinginum.