Sum fyrsti røðarin av teimum trimum í Norðuratlantsbólkinum, staðfesti Kristina Háfoss týdningin av útbúgving og gransking Hon tók fram tøl og fakta, sum siga, at alsamt færri føroyingar flyta heimaftur eftir lokna útbúgving. Tað kann gerast okkara vanlagna, og keðiliga gongdin má vendast, vísti Kristina Háfoss á.
- Samstundis mugu vit seta sum mál at gerast eitt kappingarført vitanarsamfelag. Tískil mugu fleiri pengar setast av til útbúgving, gransking og mentan, vísti Kristina Háfoss á. Her nevndi hon so eisini, at Føroyar nærkast eini samstarvsavtalu við ES um útbúgving og gransking.
At enda í síni fimm minuttir langa røðu, nam Kristina Háfoss við spurningin um sentralisering og útjaðaran. Ein spurningur, sum hevur verið nógv viðgjørdur heima í Føroyum. Her segði Kristina Háfoss, at Føroyar og Grønland eru at rokna sum útjaðarar, men at vit kunnu gera okkum galdandi, um vit eru við í fremstu røð á nøkrum úrvalsøkjum.