Nú vil Kristin Michelsen hava greitt svar frá Javnaðarflokkinum um, hvørt hann er ynsktur í Javnaðarflokkinum ella ikki.
Skrivið, sum Kristin Michelsen hevur skrivað, er hetta:
Javnaðarflokkurin
v/Aksel Johannesen, formanni
Undirritaði, ið seinastu 12 árini hevur umboðað Javnaðarfelagið á Tvøroyri sum borgmeistari, og nú eisini sum løgtingslimur, og sum av nevndini í Tvøroyrar Javnaðarfelag uttan nakran limafund varð koyrdur av listanum til kommunuvali, har eg nú verið persónliga hunddálkaður, hóast eg fráboðaði at eg framvegis stuðlaði bæði løgmanni og samgonguni, og ikki sum onkur annar í flokkinum havi lagt uppskot saman við anstøðuni, fari við hesum, at biðað um at fáa váttan fyri, at flokkurin framvegis ynskir meg sum umboð Javnaðarflokksins á Føroya Løgtingi.
Við javnaðarkvøðu
Kristin Michelsen, løgtingsmaður
825 Froðba
Tað letur til, sambært hinum miðlunum í kvøld, at Kristin Michelsen eisini hevur sent líknandi skriv til Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, har hann spyr, hvørt Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag framvegis stuðlar sær sum umboð felagsins á Føroya Løgtingi, ella hvørt hann skal skilja støðuna soleiðis, at hann ikki longur ynsktur sum umboð floksins á Løgtingi.