Kristin: Teir hava bara ein málmøguleika

Høvuðsvenjarin hjá KÍ heldur tað ikki verað nakra vanlukku at tapa ímóti størsta FM-kandidatinum

Stríðsmaðurin hjá HB, Kristin R. Mouritsen var fegin um ein góðan arbeiðsinnsats hjá HB ímóti KÍ í dag, har tað eydnaðist at vinna 2-0. Kristin fegnast um, at teir í HB megnaðu stórt sæð at halda KÍ burtur frá teimum stóru málmøguleikunum, har KÌ bert hevði eina naska roynd. Annars heldur Kristin, at leikliga var ikki talan um ein av teimum bestu døgunum hjá HB.

 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein heldur, at hansara menn gjørdu hvat teir kundu í dystinum, men ein uppgáva á útivølli ímóti teimum størstu FM-kandidatunum fer altíð at verða møtimikil. Tó harmast hann um, at hansara menn ikki komu fram til fleiri stórar málmøguleikar.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Kristin R. Mouritsen og Eyðun Klakstein søgdu aftaná dystin.