Kristin Michelsen hevur fingið eina dygga álitisváttan frá Tvørafólki í dag.
297 fólk valdu at vísa honum álit, meðan listin fekk 449 atkvøður og gjørdist størsti flokkur við trimum umboðum.
Javnaðarflokkurin fekk 442 atkvøður og somuleiðis trý umboð, meðan Borgaralistin fekk 289 atkvøður og eitt umboð.
Saman við Kristin Michelsen eru Kristina Kambskarð Sørensen og Alvi Mortensen vald inn. Fyri Javnaðarflokkin eru Bjarni Hammer, Bogi Johannessen og Súsanna Bertholdsen valdir, meðan Anita Vibergsdóttir er vald inn fyri Borgaralistan.
Fýra nýggir býráðslimir eru tí valdir í býráðið á Tvøroyri. Tey eru Kristina Kambskarð Sørensen, Alvi Mortensen, Bogi Johansen og Súsanna Bertholdsen, sum eru komin inn fyri Marjun Aagaard Olsen, Mallu Dam, Jens Johannesen og Hallur í Heiðunum.
Vallutøkan er væl hægri enn fyri fýra árum síðani. 90,1 prosent vóru á vali í dag, í mun til 83,3 prosent fyri fýra árum síðani.










