Kristin: Spælið manglar, men vit fáa málini

(Ljóðsamrøður) Málverjin hjá AB helt ikki, at úrslitið var vísandi fyri dystin

Aftaná 3-0 sigurin hjá HB úti á Argjum fekk Tróndur Arge orðið á málverjan hjá AB, Heðin Stenberg, og stríðsmannin hjá HB, Kristin R. Mouritsen, sum báðir síggjast á myndini.

 

Heðin Stenberg helt ikki, at 0-3 til HB var vísandi fyri dystin, og Heðin helt, at fram til tað óhepna 0-2 málið, sum var ein verjuvilla av teimum stóru, so var AB væl við, og kundi og átti at fingið meira burturúr.

 

Kristin R. Mouritsen var sjálvandi nøgdur við 3-0 sigurin, men hann viðgongur, at leikliga er HB ikki enn har, sum teir vilja verða.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum Heðin Stenberg og Kristin R. Mouritsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin millum AB og HB.