Eirikur Lindenskov
Siðani ólavsøku, tá tingsetan byrjaði, hevur løgtingið havt 42 fundir. Kristin Michelsen hevur ikki møtt til sekstan av hesum fundum, og hann hevur heldur ikki havt varafólk fyri seg, so hesar dagar hevur tingsessurin hjá Javnaðarflokkinum staðið tómur. Tað er eitt skulkiprosent upp á 38 prosent.
Fráveran hjá Kristin Michelsen er so nógv størri enn hjá nøkrum øðrum tingfólki – hann hevur verið dupult so nógv burtur, sum næsti maður á listanum, sum er tingamaðurin hjá Sambandsflokkinum, Reimund Langgaard. Hann hevur ikki møtt til átta av teimum 42 tingfundinum hesa tingsetuna. Tað er eitt fráveruprosent upp á 19.
Á triðja plássið eru Rósa Samuelsen, Jógvan Skorheim og Janus Rein, sum ikki hava møtt til seks fundir. Teirra fráveruprosent er 14,3.
Trý tingfólk hava ikki møtt á fýra fundum, tey eru Hanus Samró, Elsebet M. Gunnleygsdóttur og Edva Jacobsen. Teirra fráveruprosent er 9,5.










