Hóast tað ikki á hvørjum ári verður gjørt upp, hvussu tingfólk møta, so hava miðlarnir javnan tikið fram, hvussu løgtingið førir protokoll við, hvussu tingfólk møta. Hjá fleiri er uppmøtingini góð – meðan hon hjá øðrum er framúr vánalig.
Taka vit hesa tingsetuna, sum byrjaði á ólavsøku og heldur á, til løgtingið fer í summarfrí, so hevur nýggi suðuroyartingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum sett met í ringari uppmøting.
Áður eru eitt nú Marjus Dam og Sjúrður Skaale komnir á forsíðuna við sama ivasama heiðuri. Men uppmøtingin hjá teimum hevur verri enn so verið so ring, sum uppmøtingin hjá Kristin Michelsen hesaferð.
Í 2010 hevði tjóðveldistingmaðurin Sjúrður Skaale eitt fráveruprosent upp á 23,9 – og hann átti heiðurin sum tann tingmaðurin, sum møtti ringast upp.
Í 2009 var tað sambandstingmaðurin, Marjus Dam, sum hevði ivasama heiðurin, og hansara fráveruprosent var – eins og hjá Sjúrði Skaale árið eftir, 23,9.










