Í kvøld verður árliga felagskristiliga gudstænastan hildin, hesa ferð í Immanuel í Hoyvík.
Hetta er 10. árið á rað, at kirkjurnar og samkomurnar í Havn taka seg saman um eina felagskristiliga gudstænastu. Luttakandi samkomurnar eru Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Hvítusunnusamkoman Filadelfia, City Church, Adventkirkjan, Frelsunarherurin, Fríkirkjan Oasan og Lívdin.
Á skránni eru sangur, felagssangur, vitnisburður og tala og aftan á er drekkamuður.
Sum vanligt verður aftur í á rein innsavnan og í ár fer peningurin óskerdur til KRIS.
Gudstænastan byrjar klokkan 19.30.











