Kristin úr samgonguni

Kristin Michelsen hevur sent løgmanni bræv um viðursskiftini í dag

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og umboð Javnaðarfloksins á tingi hevur í dag boðað løgmanni frá, at hann ikki longur er partur av sitandi samgongu í Løgtinginum.

 

Tað skrivar R7.

 

Kristin Michelsen sigur, at hendan støðan stendur við, so leingi Javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við seg, Suðuroyartingmaður sigur, at hann fer atkvøða mál fyri mál í  tinginum.

 

 

In.fo fylgir málinum. Meira um hetta seinni