Kristin R. Mouritsen: Eg havi einki gjørt gali

Framrættaði miðvallarin hjá HB skilur einki av ákærunum hjá Kristiani Joensen.
– Eg rók rekandi frameftir, men kom til at skjóta bóltin ov langt frá mær. Eg meti at eg fái bóltin fyrst og talan er faktist ikki um eina takling, tí eg sparki bóltin áðrenn vit renna saman, sigur Kristin.
– Eg kundi ikki funnið upp á at gjørt ein annan spælara skaddan við vilja. Eg meti at eg eri í góðari støðu, og gjørdi eg ikki tað, so hevði eg ikki fari eftir bóltinum. Eg eri ikki ein, sum ger nakað svínskt á vøllinum, greiður Kristin R. Mouritsen frá.
– Eftir samanbrestin tók eg í hondina á Kristiani, men fái ongan viðmerking frá nøkrum. Dómarin sigur einki og tað ger hjálpardómarin heldur ikki. Ongin hevur sag nakað um støðuna, og eg haldi ikki at eg havi gjørt nakað gali, greiður Kristin frá.
– Eg eri ikki kendur sum ein spælari, sum ger nakað svínskt. Eg metti at eg fór at fáa bóltin og tað gjørdi eg eisini, sigur Kristin R. Mouritsen at enda.