Kristin Poulsen fer úr lærarastavinum

Fríggjadagin 30. septembur skipaði Fuglafjarðar Skúli fyri samkomu í samband við at Kristin Poulsen segði lærarastarvinum farvæl. Umframt allar lærarar og starvsfólk skúlans, vóru umboð fyri býráðið og skúlastýrið møtt. Mong rósandi orð vórðu søgd um Kristin, samsundis sum gávur og blómutyssir vórðu handaði honum.

Kristin Poulsen er føddur 11. septembur 1942 í Fuglafirði, sonur Richard Poulsen og Fransisku fødd Eliasen, bæði úr Fuglafirði.
Stutt eftir at Kristin varð farin úr fólkaskúlanum, fekk hann arbeiði í Piddasahandli.
Har hann koyrdi vøru út til fólk, ikki við bili, men á súkklu, ið var gjørd til endamálið.
Kristin fekk tann stóra heiðurin at verða kallaður býdrongurin hjá Pidda.
Í 1958 hendi stórbroyting á skúlaøkinum í Fuglafirði. Framhaldsskúli , tá kallaður preliminerskúli, varð stovnsettur. Kristin var í tí næstfyrsta holdinum, og tók preliminerprógv í 1962. Haðani fór hann á Føroys Læraraskúla og tók prógv í 1967.
Hann byrjaðu sítt lærarayrki á Glyvrum og Søldarfirði.Í 1971 fór hann til Fuglafjarðar at vera lærari, og har hevur hann verið síðani.
Kristin hevði stóran áhuga fyri føroyskum, og í 1970 - 1971 var hann á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya í føroyskum.Somuleiðis hevur hann tikið lut í øðrum styttri skeiðum, sum høvdu við byrjunarundirvísing at gera og skeiðum í týskum.
Kristin var ein nærlagdur lærari, álítandi og næmingar hansara fingu altíð væl burturúr. Somuleiðis var hann ein góður samstarvsfelagi, ið lærararnir í Fuglafjarðar Skúla fara at sakna.
Av øðrum Kristin hevur tikist við skal verða nevnt, at hann sat í líkningarnevndini í 8 ár og í kirkjuráðnum í 4 ár sum skrivari og kassameistari.
Kristin hevði stóran áhuga fyri ítrótti, og spældi hann í mong ár í bestu fótbóltsdeildini hjá ÍF.Somuleiðis var hann ein virkin limur í badmintonfelagnum, og tók lut í kappingum.
Kristin er giftur við Dinnu, ið er ættað úr Leirvík , og eiga tey børnini Rúnu, Hallu og
Fróða.
Kristin hevur nógv áhugamál, so hann fær ongar trupulleikar av at fáa tíðina at ganga.
Hann hevur stóran ans fyri náttúruni, og tí sum í henni livir, og mangan hevur hann verið hollur í ráðum og vegleiðingum, tá ið ivamál hava staðist um staðarnøvn, plantunøvn, fuglanøvn o.a.Lesihugurin hevur altíð verið stórur, og nú verða lesistundirnar betri, nú eingin skúli er at hugsa um, skúlin, ið Kristin altíð raðfesti høgt og nýtti sína orku til.