Tað er TB-flogbóltur, sum stendur fyri málningauppboðssøluni, og hava tey fingið eina røð av kendum suðuroyingum at mála ein málning. Málningarnir fara at hanga uppi í vindeygunum hjá N.J. Mortensen vikuna fyri framsýningina, so fólk fáa høvi at venja seg við tað, ið tey møguliga fáa hug at keypa, tá framsýningin verður á Mentanarnáttini.
Tey, sum mála málningar til tiltakið, eru Ronnie Midjord, Søren Bruhn, Tróndur Enni, Kristin Michelsen, Jóanes Lisberg, Ásmund Nolsøe, Trónd Nolsøe, Teresa Kreutzman, Anita Vibergsdóttir, Súsanna Bertholdsen, Finn Thomsen, Eyðun (Gullokk) Svalbard, Henrik Thomsen, Kim Thomasen, Hans Olaf Johannesen, Bjarni Hammer, Ólavur Bjarkhamar, Poul Ingason, Anita Farstad, Eva Berg, og Filip Simonsen.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu vita tey í dag at siga, at tað verður ein ørgrynna av málningum, sum fara at verða seldir á uppboðssølu á Mentanarnáttini. Sølan fer fram á økinum við mentanartjaldið beint eftir, at navnframi Marius Ziska er liðugur við sína tónleikaframførslu.
- Uppboðssølan av málningum byrjar umleið klokkan 21.45, og vit kunnu vænta okkum eina lívliga og stuttliga uppboðssølu, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.