Kristin missir vald á Tvøroyri

Býráðið ger nú nýggjan meiriluta uttan um hann og hansara flokk

Tá ið farið verður undir eitt nýtt ár í Tvøroyrar býráð, verður tað við einum nýggjum meiriluta í býráðnum.

 

Eftir kommunuvalið skipaðu Kommunulistanum, og Anita Viberg, sum varð vald á Borgaralistanum, frá, at tey skipaðu meiriluta, uttan um Javnaðarflokkin.

 

Men í fjør boðaði Kristina Roest, sum eisini varð vald á Kommunulistanum hjá Kristini Michelsen, frá, at hon tók seg úr samstarvinum, tí hon vildi ikki góðtaka førda politikkin politikkin, uttan tó at koma inn á nøkur ávís viðurskifti.

 

Í dag boða teir tríggir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin í Tvøroyrar býráð, Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen, frá, at tey eru farin í valbólk við Kristinu Roest um at skipa ein nýggjan meiriluta. Tað eru sjey limir í Tvøroyrar býráð, so fýra býráðslimir eru nóg mikið til at skipa nýggjan meiriluta.

 

Tey siga, at tey hava eisini biðið um, at allar nevndir verða valdar av nýggjum, so at nýggi meirilutin eisini fær meirilutin, og formansskapin, í nevndunum.

 

Súsanna Bertholdsen sigur, at fyribils er annars ikki lagt upp til tær stóru broytingarnar, men hvørji stig annars verða tikin, verður kunnað um so hvørt, tí nú snýr tað seg fyrst og fremst um at fáa nevndirnar skipaðar av nýggjum.

Sostatt verður borgarstjórin nú í minniluta í Tvøroyrar býráði.