Og hann er framvegis limur í Javnaðarflokkinum.
Tað sigur hann í almennari fráboðan nú beint fyri klokkan 19.
Les eisini: Kristin Michelsen slítur við Javnaðarflokkin
Hann sigur soleiðis í skrivinum:
– Undirritaði, sum í dag er koyrdur av listanum hjá Javnaðarflokkinum av formanninum Signari Dam, uttan at hava havt nakran limafund, skal hervið boða frá, at eg ongar ætlanir havi um at svíkja mínar trúðfastu javnaðarveljarar, ið vístu mær álit til løgtingsvali, og eri eg tí framvegis limur í Javnaðarflokkinum og stuðul hjá sitandi løgmanni og samgongu.
Les eisini: Tekur seg av listanum á Tvøroyri
Les eisini: Rok um borgarstjóran á Tvøroyri