Kristin Michelsen á Tvøroyri hevur nú fingið vælsignilsi frá býráðnum á Tvøroyri at vera borgarstjóri fulla tíð, samstundis sum at hann eisini er løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.
Tvøroyrar Býráð hevur havt fund í kvøld og har varð ein umsókn frá Kristini Michelsen til viðgerðar um at geva honum loyvi til at verða borgarstjóri fulla tíð, samstundis sum at hann eisini er løgtingsmaður.
Kristin Michelsen varð valdur í býráðið á Felagslistanum, sum eisini fekk meirilutan einsamallur við tað, at hann fekk fýra av teimum sjey býráðslimunum. Hinar tríggjar býráðslimirnir eru úr Javnaðarflokkinum.
Tá ið umsóknin var til viðgerar, boðaði Kristin Michelsen frá, at hann vildi ikki luttaka í viðgerðini og fyri hann kom so varalimurin, Jonhild Midjord Nybo í býráðið. Og tá ið avtornaði var tað teir fýra býráðslimirnir hjá Felagslistanum, sum samtyktu at geva Kristini Michelsen loyvi at røkja bæði størvini, soleiðis sum hann nú hevur gjørt í fleiri valskeið.
Tey trý í Javnaðarflokkinum atkvøddu ímóti. Tey vístu til, at tað var ein samtykt í Javnaðarflokkinum, at eingin skuldi vera borgarstjóri og løgtingslimur ísenn.
Súsanna Bertholdsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, vildi hava at vita, hví Kristin Michelsen tók seg úr viðgerðini hesa ferð, tí seinast, tá ið ein umsókn frá honum um at røkja bæði størvini, tók hann lut í viðgerðini.
Kristin Michelsen gjørdi greitt, at eftir lógin hevði hann fullan rætt til at vera við í viðgerðini, men hann vísti á, at seinast, tá ið hann sjálvur var við í viðgerðini, elvdi tað til mikil rumbul og hann gjørdi nettupp av at taka seg aftur fyri at sleppa undan sama rumbulið eina ferð afturat.
Og tá ið býráðið hevði samtykt at ganga umsóknini á møti, og hann aftur hevði tikið sæti í býráðnum, takkaði hann fyri álitið. Men hann helt eisini turrisliga fyri, at tað kundi væl vera, at Javnaðarflokkurin ikki vildi loyva, at nakar var bæði borgarstjóri og løgtingslimur – men hann ivast stórliga í um Javnaðarflokkurin hevði gingið umsóknini frá honum á møti kortini.