Kommunuval
Tað kann næstan sigast við fullari vissu, at Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann hevur verið borgarstjóri hesi bæði seinastu árini og hevði eitt satt kanónval týsdagin, har hann fekk næstan tríggjar ferðir so nógvar atkvøður, enn næsti maður á javnaðarlistanum. Hann fekk heilar 225 atkvøður og næsti maður, Pauli Einarsson, fekk 87.
Samstundis dróg hann javnaðarflokkin upp á fýra býráðslimir í næsta valskeiði, eftir at teir hava havt tríggjar býráðslimir í hesum valskeiðnum.
Við fýra býráðslimum í næsta valskeiði, hava javnaðarmenn sostatt meiriluta einsamallir í býráðnum.
Tí taka teir sær eisini tað tíð, sum tað skal taka at skipa nýggja samgongu, tí teir vita, at ongin kann stjala borgarstjóran frá teimum ímeðan teir liggja í fasta svøvni, eins og tað hendir í Havn, har borgarstjórin skiftir hvørja nátt.
Og tað er ikki óvanligt, at tann, sum fær flestar atkvøður, verður borgarstjóri, hóast frávik eru gjørd, meiri enn so.
Men hesuferð tykist tað greitt, at Kristin fer at halda fram, siga keldur, sum standa býráðnum á Tvøroyri nær.
Annars hevur tað verið víst til, at Kristin Michelsen er kendur tjóðveldismaður, sum akkurát er komin upp í javnaðarflokkin og tað hóvar ikki øllum javnaðarfólki so væl at velja hann lúkst til borgarstjóra, nakrar vikur eftir at hann er komin upp í flokkin.
Men tað skilst, at hetta fær onga ávirkan, tí veljarin hevur talað, er hugburðurin á Tvøroyri.
Tað ljóðar eisini, at ætlanin er at bjóða sambandsflokkinum og samgongulistanum upp í eitt samstarv, men tað veldst um, hvørjar treytir, partarnir kunnu tosa seg til rættis um.