RPM
Tan 3 Sept. 2005 kl. 17.00 Fer eitt spildurnýtt tónleika tiltak av bakkastokki í Kelduni í Skálafirði, talan er um eitt Rock Prais Marathon, ella stytt RPM, sum byrjar kl. 17.00 og skal koyra út í eitt fram til kl. 02.00 um náttina. Bólkarnir sum luttaka umboða alla breiddina innan kristnan tónleik í Føroyum, og eru teir hesir: Proclaim, Holygans, Heini Lutzen, Purpur, Mush Mellows, Braquet, I Am og Direct level, umframt hettar verða eisini dansiframførðslur og lovsangur. Fyrireikarir av tiltakinum eru ADORE MUSIC, sum hevur fyrireika fleiri tiltøk av tílikum slag seinastu árini, m.a. kann nevnast konsertin við Svenska rockbólkinum, Narnia sum var sera væleydnað.
Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at boða gleðiboðskapin á henda hátt, og harnæst at savna tann kristna tónleikin í Føroyum til eitt felags tiltak.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, og verða atgongumerkir seld við dyrnar 1 tíma áðrenn tiltakið byrjar.
Fyrireikarirnir vóna at tiltakið fær góða undirtøku, og at høvi verður nýtt til at stuðla Føroyskum kristiligum tónleiki á hendan hátt.