Minst trý fólk lógu eftirá, tá fleiri bumbur og granatir brustu í nøkrum kristnum býlingum í irakska høvuðsstaðnum Bagdad í morgun. Myndugleikarnir siga, at nógv fólk vórðu særd.
Trygdartænastan hjá iraksku stjórnini sigur, at minst 14 vegjaðarabumbur brustu í Doura-umráðnum, har yvirhøvur kristin búgva. Harafturat vórðu fleiri granatir skotnar inn í umráðið, sum er har suðuri í býnum. Álopið vardi einar tveir tímar.
Fyri 10 døgum síðani doyðu 52 fólk, tá yvirgangsmenn hjá al-Qaeda søktu at einari kirkju í býnum og tóku kirkjufólkið gíslar.









