Kristin hevur onki ímóti útlendingum

- Eg havi onki ímóti, at útlendinga koma til Føroya, bæði at búgva og at arbeiða.

Tað sigur Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, við Portalin í kvøld.

Hann vakti stóran ans, tá ið hann tók orðið í løgtinginum í dag í sambandi við, at aðalorðaskifti var um integratiónspolitikk.

Tað, sum fólk serliga hefti seg við, var, at Kristin Michelsen segði, at tá ið útlendingar koma til Føroya , skal tað ikki bara vera sum hjá tjóðfugli okkara, Tjaldrinum, sum bara kemur higar at fylla sær magan, so fer tað avstað aftur.

Hann segði, at koma útlendingar higar, skulu treytir setast við, men hann nágreinaði hetta ikki nærri.

Men tað gera hann nú í kvøld.

- Eg havi avgjørt onki ímóti, at útlendingar koma til Føroya at arbeiða og búgva. Tað havi eg ongantíð verið og tað eri eg heldur ikki nú. Men vit eiga at vera til reiðar at taka ímóti teimum, sigur hann.

Tað, hann hugsar um, tá ið hann sigur, at vit skulu vera til reiðar, er at vit eiga at geva útlendingum tilboð um undirvísing í føroyskum og at seta hini tiltøkini í verk, sum mælt verður til í integratiónsálitinum.

Men Kristin Michelsen sigur, at tað, hann serliga hugsar um, at vit eiga at vera varin, er, tá ið útlendingar koma higar og keypa seg inn í føroyskt vinnulív, tí so kann tað henda, at vit missa eigaraskapin til okkara vinnulív.

- Tað er hetta, sum liggur í tí, tá ið eg samanbar útlendingar við Tjaldrið, sigur hann

Og Kristin Michelsen staðfestir eisini, at tá ið útlendingar koma higar at arbeiða, skal tað vera eftir føroyskum sáttmálum og føroyskum treytum, bæði á sjógvi og landi.